Friday, January 9, 2026

Vælkomið nýár!

 Vit hildu jól á Sandi, og jóladag fóru vit til Dals á jólatræ. Vit vóru níggju. Altíð deiligt at koma í Eiriksgarð. Har var sera nógv fólk samankomið. Dreymurin er, at okkara eftirkomarar skula føla seg heima í Eiriksgarði. Tað er sjálvandi ein avbjóðing, tá ið ein ikki er so ofta í Dali.

Emil, Herbet, Nichlas, Marius,Turið, Kristina, Lisa, Magna

Jólatræshaldið var siðbundið: dansa og so kom jólamaðurin. 



Jólamaðurin er ringur av gikt, so Johild leiddi hann inn.

Var eisini í Dali nýggjársaftan, eldsálirnar í Dali gjørdu haldið ógloymandi. Nýtt í ár var, at felags nátturði vat í Eiriksgarði, áðrenn skot og bál dundu.

Gævi tú verður høgdur ella brendur, søgdu teir gomlu

Báturin trónar ovast á tí væl laðaða bálinum, kirkjan høgrumegin var saman við bátinum fólksins uppihald. Hugnaligt at fáa gestir í Putlhúsi.


nýtt í ár: tvær damur vóru við í bálfylginum



Tann serligi siðurin í Dali við nýskrivaðum tátti varð eisini hildin ár.  

Sera nógvar frálíkar myndir eru á "Dalbingafamiljan" á FB.

                                               

Nýggjárssangur 2025

Lag: Til Havnar vit fara

1.

Í kvøld blaktra ljósini Dalinum í trialduri, trialdurrá

Tað skyggir og lýsir so hátt móti ský

Eitt árið er farið, tað royndist okey,

Til gamans og álvara, gæs og til seyð.

2.

Í bønum teir sáddu hvít kunsttøð so nógv,

Annfinn og Sjúrður teir dugdi sær hógv,

Men grovasti sáarin var gamli John,

Bøurin hvítur sum ein kavafonn.

3.

Og veðrarnir stórir, teir eru sum ross,

At føða teir hevur Ludvík mangt knoss,

Tveir kraftfóðursekkir hvønn einasta dag,

So feitir og fegnir skjótt eta teir tað.

4.

Og veðrakrovini tey vóru stór,

Níggju pund langt yvir hundrað ein fór,

Men síðurnar vóru tað berasta feitt,

So John hevur alt í konteynaran tveitt.

 5.

Í Dali varð tosað um hátíðardag,

So bringubrattir teir gingu á rað,

Men ongar medaljur, ei dunnur, ei kór,

So nakkalangt alt í vaskið fór.

6.

Og tunnilin hann skuldi opnast í ár,

Men teir klóku siga, tað verður í vár,

Í berginum spola vit enn eina tíð,

Meðan asfalt og ljós kemur tunnilin í.

7.

Barrin hjá Johild opin nú er,

Har bryggjar hon sukur, rabarbur og ger,

Tann Gylti Hanin navnið hon ber,

Har mangur dropi í vælindið fer.

8.

Gásin hjá Sjúrða hon er nú vekk,

Seinast vit frættu í Skagen hon gekk,

Á jólum tey vóru í dýrastu neyð,

Tey fingu sær egg og sild upp á breyð.

9.

Altanin hjá Steintór hon er so flott.

Hon hóskar seg best til Rosenborg slott.

Hon er á leið við Tjarnir í stødd,

Við hundraðtals perum er hon beklødd.

 10

Í Ottogili gekk Edvardsa ær,

Í pottin hjá honum hon ei ætlar sær.

Hon rættina breyt og sprakk sum eitt svakt,

Teir fangaðu hana í froskmannadrakt.

11

Brundarnir ganga nú høgunum í

Men seyðamenninir ei halda frí.

So skjótt sum ein brundur fer av eini ær,

Hann verður fluttur og viagra hann fær.

12

Hjá Bødvardi verkstaðið er nú hotell,

Kistur og trappur er ei longur vell.

Har verður nú borðreitt við fagrasta vín,

Og Helga serverar í kjóla so fín.

13

Vit ynskja nú øllum eitt nýggjárið gott

Í Dalinum fagra fella vit ikki í fátt.

Tí í Dali er best eingin ivi um tað,

Á klótuni finst einki vakrari stað.

                                Gott nýggjár



Sunday, July 27, 2025

Silvurbrúdleyp í Dali

 Hjartaliga til lukku við brúdleypsdegnum, Tórhild og Símin Hannus.

Veitsla varð hildin í Eiriksgarði. Har var pyntað og borðreitt fyri næstan 200 fólkum. So gott sum øll í Dali vóru við og sera mong úr Fuglafirði. Eg sat og royndi at minnast brúdleypið fyri 25 árum síðani, men í talunum fekk eg at vita, at tað var eitt sera lítið selskap, sum hátíðarhelt brúdleypið fyri 25 árum síðani. So tað var ríkiliga kompenserað við stórum silvurbrúdleypi. 


Seks skeinkjarar syrgdu fyri, at fólk ikki var tyst undir borðhaldinum. Forkunnugt var at fáa rabarbusnaps, hugsi hann var stuttfluttur.


Sangurin gekk sera væl, tað ger hann vanliga í Dali, tá ið harmonikurnar spæla. Jónleif hevði yrkt teimum ein sang, og lagið var "Sigarettir, whiskey og villar gentur"





Jóannes og Jónleif spældu harmoniku. Jónleif var borðstjóri, og tað var stuttligt at hoyra um eskapadur hjá honum og Símin Hannusi og øðrum dalbingum í ungum árum.

Brúðarparið fekk fleiri talur. Tórhild hevur sera stóra familju, okkum varð sagt, at hon hevur 100 systkinabørn. 

Johild helt eina stuttliga talu, sum serliga fokuseraði uppá arbeiði í Dali.

Oddvør legði dent á tað góða grannalagið inni á Gerði. 

Systir Tórhild og mong við henni løgdu dent á, hvussu hjálpsom tey eru, Tórhild setur Símin Hannus í gongd, og símin Hannus setir arbeiðið í gongd


Brúdleypið var siðbundið við brúðarvísu og Leivi Øssurson og síðani brúðarvalsi. Eitt sum var øðrvísi, enn eg havi upplivað áður var, at borðstjórin helt fram við arbeiðinum eftir borðhaldið, hann boðaði frá, at nú byrjaðu dansurin um 7 minuttir, og at fólk skuldu halda hol, meðan brúðarvísan varð sungin.


Sangirnir vóru teir væl kendu.

Stuttligt at hitta Eyðgerð, mín gamla klassakammerat, festligar báðar í selfie!





Fagna kærleikanum!


Sunday, June 1, 2025

Tíðin rennur sum streymur í á

Fyrsti sálmur í dalskirkju  í dag var Tíðin rennur sum streymur í á eftir Fríðrik Petersen, og lesturin var ein hjá Gudmundi Bruun. Hann byrjar við einari so vakrari mynd av Bøsdalafossi, har hann stendur á einum stórum steini úti í miðjuni við streymandi ánni báðumegin við. Kirkjan stendur á klettinum, meðan tíðin rennur framvið. Fyrst hugsaði eg, er tað ringt ella gott, stendur hon í stað sum ein gamaldags leivd, ella stendur hon sum ein bjarging, ein góður stabilisator í lívsins hurlivasa? Høvundurin tulkar avgjørt myndina upp á seinna mátan. Eitt annað poeng hjá Gudmund Bruun var, at kirkjan, samkoman ella felagskapurin má ikki vera sær sjálvum nóg mikið og útihýsa øllum øðrum. Ævigt galdandi góð ráð.


Annfinn, Helga, Sjúrður



Helga hevur tikið arvin upp eftir mammuna , Vilhelminu, sum urguspælari. Í dag tóku hesi trý sær av gudstænastuni.








Í Dali er ymiskt á skránni, nú ið summarið er í koming. Á Toft byggja tey útipall og nýtt rúm innanfyri. Tey á Deild og í Malthúsi arbeiða altíð við onkrum. Johild setir niður epli, og Bødvar vaskar húsbilin. Í Putlhúsi verður umskipað, so at tað verður rúmsáttari í stovuni.



Hesir báðir eru farnir at mála kirkjuna.





















Ein vælsignað løta á Bræðnum

Og hesir báðir ganga túr

















Wednesday, February 5, 2025

Vitus í Putlhúsi

Nú er Vitus gubbin farin. Hann sovnaði burtur í morgun 5. febr. 2025

Vitus fylti 86 tann 30. januar. Hann helt dagin á Landssjúkrahúsinum, og Mary og Turið syrgdu fyri, at hann fekk føðingardagskaku og føðingardagssang.

Vitus var sonur Fridu og Sofus Johannessen í Putlhúsi í Dali. Teir vóru tríggir brøður: Jógvan Adolf, Vitus og Hans Marius.  Fyrsta eg kom til Dals, tað var í 1976, vóru tey fimm fólk í húsi, ja ikki beinleiðis "í húsi", tí at Jógvan  búði í Skopun, og Hans Marius var í læru í Havn. Men teir vóru húsfólk kortini. Tríggir gamlir dreingir. Fryntlig fólk, sum tóku væl ímóti mær og Sólrun. Og nú var Vitus tann seinasti av teimum fimm, sum fór. 
Frida og Sofus við smágentunum Turið og Fridu Sofíu (1983)

Tá ið Vitus og Turið komu saman vóru tey bæði rættiliga tilkomin, men tak tey! tey vóru so gift í yvir 30 ár. Við Turið fekk Vitus børn og barnabørn, og í heiminum á Bakkanum hava vit øll mangan sitið væl. Turið var sólstrálan hjá Vitusi, orkufull og sosial, akkurát tað, sum hesin smædni , innisæli fýrurin hevði brúk fyri. 

Vitus var av raskastu monnum. Sjómaður frá heilt ungum árum. Fyrsti bátur, Vitus var við, var Torrasól, Sofus var kokkur umborð og  hevði hann við sær. Ólavur Nolsøe greiðir frá, at Vitus og hann vóru vinmenn alt lívið. Teir vóru báðir og róðu út í Stykkishólmi. Vitus var saman við Ólavi og øðrum dalbingum rættur vinnulívsmaður, í 1962 átu dalbingar 1/4 av Nólsoyar Pálli, og í 1973 keyptu teir Dalbúgvan. Tá var Vitus við troli um summarið, og so var hann landformaður um veturin. Í Dali vóru 6-7 arbeiðspláss í egningini, og har var frystarí til 100 stampar. Síðst í sjeytiárunum seldu teir Dalbúgvan og keyptu  teir gomlu klettarnar, men tá ið Heilsufrøðiliga kom uppí við krøvum um yvirdekking, seldu teir, tí tað loysti seg ikki. Seinni komu teir nýbygdu klettarnir, Stígaklettur og Hádegisklettur, stoltleikin hjá dalbingum, og tá ið tað var liðugt kom Eysturbúgvin..

Vitus var eisini uppi í øllum vanligum arbeiði í bygdini. Vitus var góður við kríatúr, og seyðurin hevði tað sera gott í trøðni og í skúrinum. Heilt til ellisár gekk hann trúliga at geva seyðinum. Tey seinnu árini hevur Petur Hans verið álitið á Bakkanum, hevur virkað partvíst sum seyðamaður og partvíst sum húsavørður.









 Vitus var sera barngóður, og tá ið Hans Marius var blivin sjúkur, var tað hann, sum legði lítlu Turið lag á  at fletta og tummaði saman við henni. 

Vitus og Bergur


Tá ið eg Hans Marius fingu børn, var eingin endi á øllum tí góða, tær skuldu fáa. Vitus gubbin og Jógvan gubbin vóru steinbýttir av diddunum. Frida Sofía æt bara diddan.









Nú er Vitus gubbin farin í annan heim, vit, sum kendu hann, takka fyri, at okkum untist at ferðast saman við honum ein part av leiðini.




Saturday, January 4, 2025

Nýggjárshald 2024

 Var í Dali um nýggjári. Nýggjársaftan var stórt bál á mølini. Harmoinikan var frammi. Um midnáttina fóru vit inn, tað var so bítandi kalt. Jónleif helt eina nýggjársrøðu, sum tó byrjaði við sera feskum upplýsingum. Hann helt, at iki var vanligt at seta eld á , áðrenn bálið var tendrað. Tað fyrra bálið varð tíbetur skjótt sløkt.

Jónleif mintist á hendingar í árinum, m.a. nógvar veitslur og rundar dagar. Og síðani sungu vit ársins tátt, sum var serstakur, tí at hann hevði eitt TEMA, tað var all-terrain vehicle, t.e. ATV. Øll frá tí yngsta til tað elsta koyra ATV í Dali. Jónleif hevur yrkt.

Nýggjárssangur 2024

Lag: í Góðadal

Í Dali har koyra so nógv ATV,

og løgreglan fekk skjótt um hetta beskeð.

Til Dals teir so fara, har dalbingar læra,

hvussu man koyrir og hvat er nú lov.

Niðurlag:

ATV tað koyri eg,

allan vegin tann langa.

Út í Støð, á fjalli og bø,

tí her er ov bratt til at ganga.

Tann fyrsti teir møta, tað er gamla John.

Hann angar av kjøti, rabarbu og hvonn,

Teir spyrja um kortið, ja og heila lorti,

Men Johnurin svarar so væl fyri seg.

Niðurlag

Hjá mær er trygdin í topp, heilt ókey,

men síggja tit handan av Gerðinum fleyg.

Hann er ein kúllur, ein sannur fartbúllur,

Hann koyrir við sápu og so við bensin.

Niðurlag

Teir Jóanes fangaðu Suðri í bø.

Hann sjabbast við ein sekk av eplatøð.

Teir á hann herja, her manglar ryggverja,

men Jóanes ballar og sigur hart so:

Niðurlag

Nei, góðin hugsi tit ikki um meg,

eg koyri so sakta og sjáldan á veg,

men í Toppaneysti, har standa teir flestu,

har okkurt man vera, sum kann fáa bót.

Niðurlag

Í Toppaneysti teir standa sum býtt,

har eru súkklurnar gamalt og nýtt

Hans Magni so fínur, motorunum kínir

Har er alt so vakkurt og skínandi reint.

Niðurlag

Her koyrir ein drongur, umleið tíggu ár.

Eg sá hann á vegnum so seint sum í gjár.

Súkklan ber runa, blá og topp tunað,

eg rokni við, tit kunnu skjótt fanga hann.

Niðurlag

Í Hvanngarðssmáttuni finna teir hann,

men gakk, Kjartan skjótur brátt undan teim rann.

Teir eru nú óðir, troyttir og móðir,

ein bummtúrur hetta í Dalinum var.

Niðurlag

Nýggjársdag var dansur, og vit fingu ein forsmakk av, hvussu tað verður, tá ið tunnilin verður veruleiki. Nógv fólk var í Dali hetta kvøld. Serstakliga stuttligt, at nógvur ungdómur var við. 

Stuttligt at síggja nýtt ættarlið taka við
Teir gomlu taka sær eina pausu







Nýggjársrøðan


Sunday, October 20, 2024

Stovukonsert í Dali

 Nú er langt síðani, eg skrivaði nakað á Dalsbloggin. Tíbetur hevur Johild tikið arvin upp, tað er ein fragd at fylgja við hennara frásagnum og myndum á Dalbingafamiljuni.

Kristina og Steintór hava gjørt ta fyrstu stovukonsertina í Dali nakrantíð. Tað er ikki so, at tað hevur ikki verið sungið og spælt í stovum í Dali, men stovukonsert er nakað serligt. Og so fekk ein høvi at síggja teirra nýumbygda hús, eitt listarverk í sjálvum sær.

vertirnir Steintór og Kristina



Tað var innbjóðandi at koma inn á Hólmafløtt í gjárkvøldið. Og mánin spældi við - stórur og trillrundur.






Mann kann siga, tað var ein heildaruppliving, tí at framsýning var av glasfuglum hjá Sædís, og listarverkum hjá Frits, sum var gubbi Kristinu, vóru allastaðni.
Tónleikararnir, sum sungu og spældu vóru Jógvan, Guðrið Hansdóttir og Høgni Lisberg, hvør við sínum stíli og huglag, ein kann siga, har var okkurt fyri ein og hvønn smakk.





Tað eru fleiri íverksetar í Dali, og tess fleiri tunlar koma, tess villari verða tiltøkini. Nógv fólk hevði leitað sær til konsert í gjárkvøldið, og semja var um, at hetta var eitt frálíkt kvøld, sum væl tolir at verða tikið uppaftur.

Catering firmað Maltudeild seldi smurt breyð við føroyskum viðskera, og tú kundi eisini keypa tær okkurt at drekka, ella drekka kaffi/te ókeypis.

Maltudeild tók í móti í túninum.



Høgni







Guðrið



Jógvan